Innanlands

Vóru eftir gervunum

Vit gleða okkum at sleppa aftur til fiskiskap, tí vit hava ligið síðani fyrst í oktober, tá kvoturnar vóru uppi, sigur íslendski skiparin Bjarni Már Hafsteinsson

Theodór Þórðarson, Bjarni Már Hafsteinsson og Guðmundur H. Þórsson (Mynd: Sjómansmissiónin)

Theodór Þórðarson, Bjarni Már Hafsteinsson og Guðmundur H. Þórsson (Mynd: Sjómansmissiónin)

2023-01-08 17:33 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku, lá íslandska pelagiska skipið Guðrún Þorkelsdóttir, av Eskifirði á Runavík. Teir fóru avstað aftur leygarmorgunin. 

- Í desembur vóru vit í Føroyum og lótu KJ Hydraulik, á Kambsdali, gervuni (gearini) á trolspølunum. Teir skuldu yvirhála tey og so seta tey uppá aftur fyrst í januar, tá skipið skuldi á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. Tí liggja vit nú á Runavík. 

Tað segði skiparin Bjarni Már Hafsteinsson.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Vit gleða okkum at sleppa aftur til fiskiskap, tí vit hava ligið síðani fyrst í oktober, tá kvoturnar vóru uppi. Árið í fjør var brúkiligt og tað vóna vit eisini fyri hetta nýggja árið, segði hann.

10 mans vóru við skipinum, men tá teir fiska við nót eru teir 13. Teir landa fyri tað mesta til verksmiðjuna Eskju, á Eskifirði, sum eigur skipið.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Bøn var eisini biðin og teir fingu føroysku heilsaninna: -Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder