Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Akraberg, kom í dag aftur av fyrsta túrinum.
Akraberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og við til lands hevði skipið 860 tons av botnfiski, sum skal landast til Bergrost.
Nógv fólk vóru savnaði at taka ímóti Akrabergi, og eisini Høgaberg og Fagraberg, sum Framherji eisini eigur, lógu flagskrýddir við bryggjuna.
(Mynd: Sverri Egholm)
Høgaberg hevur 2000 tons av makreli, og Fagraberg hevur 2800 tons av makreli. bæði skipini skulu landa til Havsbrún, og síðan fara tey aftur til fiskiskap.
Somuleiðis fer Akraberg eisini beint aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Tilsamans høvdu stóru skipini hjá Framherja 5660 tons av fiski við til lands.
Sí eisini: Myndir: Fuglfirðingar tóku ímóti Akrabergi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald