Innanlands

Yvirtaka nýggja Jupiter í februar

Hetlendska uppsjóvarskipið er keypt, og kemur í føroyska flotan fyri Jupiter

Mynd: Altaire kemur í flotan fyri Jupiter

Mynd: Altaire kemur í flotan fyri Jupiter

2023-02-01 20:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan er um hetlendska uppsjóvarskipið Altaire, sum felagið P/f Jupiter hevur keypt fyri Jupiter.

Hetta er ikki fyrstuferð, at hesi skipini avloysa hvørt annað. Jupiter er bygt í 1994, og fekk upprunaliga navnið Altaire. Skipið varð avloyst í 2004 tá ið eigararnir fingu ein nýbygning, sum var størri og meira nútímans, sum eisini fekk navnið Altaire.

Tað bleiv gamli Altaire, sum nú kallast Jupiter, seldur til Norra, áðrenn skipið í 2007 bleiv selt til Føroyar.

Nú, 18 ár seinni, selja hetlendingar skipið aftur, og skipið skal stuttligt nokk enn einaferð avloysa eldra skipið, sum tað avloysti fyri 18 árum síðan.

Skipið verður yvirtikið í Danmark tann 20. februar, og síðan kemur skipið til Føroyar nakrar dagar eftir tað, upplýsir Jógvan Martin Ferjá, reiðari.

Hvat skipið er keypt fyri vita vit ikki.

Altaire er bygt í 2004, og tað er norska fyritøkan Skipsteknisk, sum hevur sniðgivið skipið.

Altaire er systurskip hjá Finn Fríða, sum kom í føroyska flotan í endanum av 2003.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder