Innanlands

2.700 tons av sild landast til Varðan Pelagic

Tróndur í Gøtu landar í løtuni 1.300 tons, og eftir hann skal Finnur Fríði landa 1.400 tons av sild

Hjá Varðanum Pelagic hava tey úr at gera við at virka sildina, sum skipini landa fyri tíðina (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hjá Varðanum Pelagic hava tey úr at gera við at virka sildina, sum skipini landa fyri tíðina (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-11-22 20:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroysku uppsjóvarskipini hava seinastu tíðina havt góðan fiskiskap eftir sild í íslendskum sjógvi.

Tróndur í Gøtu fór í gjár av Runavík á Tvøroyri, har skipið skal landa sild, og tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað, skal Finnur Fríði landa eina last.

Finnur Fríði bíða eftir landingartørnið á Havnini í løtuni.

Nógv virksemið hevur verið hjá Varðanum Pelagic seinastu tíðina. Arctic Voyager hevur eisini júst landað eina nøgd av sild til virkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder