Innanlands

Almenningurin fær nú høvið at síggja nýggja virkið

Varðin Pelagic hevur almenna móttøku fríggjadagin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-06 12:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fríggjadagin fær almenningurin høvið at síggja nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Í samband við, at nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic er tikið í nýtslu, verður almenn móttøka 8. februar kl. 15.00 – 18.00.

Varðin Pelagic skrivar, at har høvið verður hjá almenninginum at síggja okkara nýmótans og framkomna virki. 

Nýggja virkið er bygt eftir at stórur eldur herjaði á virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri tann 8. juni 2017. Eldurin tók allan bygningin og alt kolaðist upp.

Nýggja virkið varð tikið í nýtslu tann 29. august 2018. Sí myndir av nýggja virkinum og frá móttøku fyri starvsfólki, myndugleikum, fólki frá politisku skipanini o.s.fr., sum varð hildin tá.

Rættað 15:01

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder