Uttanlands

Arbeiða fyri at friða altjóða sjóøkir

Greenpeace sigur í nýggjari frágreiðing, at alt ov nógvir fiskastovnar í altjóða sjógvi eru hóttir

(Tilvildarlig mynd)

(Tilvildarlig mynd)

2023-09-14 08:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein nýggj frágreiðing frá umhvørvisfelagsskapinum Greenpease um støðuna hjá heimsins fiskastovnum vísir, at trýstið er stórt á fiskastovnarnar úti á opnum havi.

Hugtakið opið hav verður brúkt um altjóða sjógv, har fiskivinnan ikki er lógarstýrd, og har skip kunnu ferðast og fiska ótarnað.

Opna havið er undir stórum veiðutrýsti orsakað av manglandi lóggávu á økinum av fisking við línu, botntroli og náttarfiskiskapi.

Frágreiðingin hjá Greenpeace vísir, at fiskiskapur í altjóða øki vaks við 8,5 prosentum frá 2018 til 2022. Tað svarar til at tað varð fiskað í 662.483 tímar meira í 2022.

Talið av fiskastovnum, sum eru mettir at vera ovurfiskaðir hevur verið vaksandi síðan 1970’ini. Í 1974 vóru 10 prosent av fiskastovnunum ovurfiskaðir. Í 2019 er tað økt til 35,4 prosent. Tað vísa tøl frá FAO, sum er matvøru- og landbúnaðarfelagsskapurin undir ST, vísir Greenpeace á.

Tí er neyðugt við politiskum tiltøkum, verður lagt afturat. Greenpeace vísir á eina nýggja ST-avtalu, 30x30 málið, sum snýr seg um at verja 30 prosent av opna havinum áðrenn 2030 sum eina loysn.

Avtalan var formliga samtykt í ST 19. juli í ár, men áðrenn hon fær gildi, skal hon undirskrivast av minst 60 limalondum.

20. september verður latið upp fyri møguleikanum at skriva undir. Hetta hendir á aðalfundinum hjá ST.

- Lond, sum taka verju av havumhvørvinum í álvara, eiga at skriva undir henda havsáttmálan í komandi viku á ST aðalfundinum, og tryggja at sáttmálin fær gildi á ST-havráðstevnuni í 2025, sigur Chris Torp, sum er leiðari í “Protect the Oceans”-herferðini hjá Greenpeace í tíðindaskrivi.

Greenpeace mælir í frágreiðingini til, at vard friðað sjóøki verða gjørd, har fiskastovnarnir hava møguleika at koma fyri seg aftur.

Í løtuni er tað minni enn eitt prosent av opna havinum, sum er vart. Fyri at náa hesum sokallaða 30x30-málinum skulu umleið 11 milliónir ferkilometrar av sjóøki verjast hvørt ár fram til 2030. Hetta svarar til meira enn kanadiska landøkið.

Greenpeace-frágreiðingin mælir til í fyrsta lagið at friðja trý øki. Tað er Hawaii-keisara ryggin í útnyðringspartinum av Kyrrahavinum, Sargassohavið og sunnara part av Tasmanska havinum, Lord Howe Rise, millum Avstralia og Nýsæland, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder