Er tað soleiðis at skilja, at landsins myndugleikar halda tað vera betur, at virði fyri hundraðtals miljónir liggja ófiskað, heldur enn at lata ein part til høvuðsstaðarøkið?
Soleiðis spyr Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar Býráð. Hann sipar til at Kringvarpið hevur roknað seg fram til, at 83 prosent av menningarkvotunum, sum vórðu útlutaðar fyri 2018 ikki vórðu fiskaðar.
Býráðslimurin sigur at skip úr høvuðsstaðnyn kundu fiskað ein part av hesum tíggjutallstúsund tonsunum, sum nú liggja ófiskað. Millum annað uppsjóvarskipið Hoyvík, sum kom til Føroya fyri tveimum árum síðani.
- Við nærum helmingi av fólkatalinum, tøkum skipum og kvalifiseraðum fyritøkum, so varð mett sjálvsagt, at høvuðsstaðarøkið fekk sín lut, serliga tá hugsað verður um, at almenna útlutanin nógvu seinastu árini ikki hevur verið høvuðsstaðnum til fyrimunar.
- Men hóast høvuðsstaðurin lýkur allar treytir fyri menningarkvotur fekk hvørki Havnin ella Hoyvík nakað burturúr útlutanini. Vit kenna ongar haldbærar grundgevingar fyri, hví høvuðsstaðurin enn einaferð í eini almennari útlutan av fiskirættindum er við sviðusoð, sigur Bogi Andreasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald