- Tað er við blandaðum kenslum, vit nú rigga skipið av. Hetta hevur verið eitt gott arbeiðspláss; nógvir hava fingið løn sína her umborð, og eingin álvarsamur skaði hevur verið hesi árini, so tað er nógv at vera fegin um og vera takksamur fyri.
Tað sigur Páll Rasmussen, skipari, á Christiani í Grótinum.
- Christian hevur roynst okkum væl. Hann hevur riggað væl, og fiskiskapurin hevur verið í lagi hesi átta árini, vit hava havt hann. Fólkið er stórt sæð tað sama, so teir hava trivist her umborð. Eg fari at ynskja Royal Greenland góða eydnu við skipinum, sum teir nokk yvirtaka 1. desember.
- Sum eg skilji, so leitar reiðaríið eftir skipi, sum teir ætla at leiga, til at fiska kvoturnar hjá Christiani í komandi ári. Nýbygningurin, sum skal koma fyri hendan Christian, er farin í gerð, og gongst eftir ætlan, so verður hann liðugur í januar 2022.
- Hann verður væl størri enn hesin og hevur eina last á 3400 rúmmetrar, sigur Páll Rasmussen.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í vikuni, tá menn vóru í holt við at rigga skipið av.
Tíð var til prát, Guds orð, bøn og tøkk.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir Royal Greenland til lukku og Guds signing við skipinum, sum óivað kemur í flotan fyri Tasiilaq, sum var seldur fyrr í ár og fyri Tuneq, sum er til sølu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald