Manning og ferðafólk umborð á ferðafólkaskipinum Ocean Explorer, ið hevur rent seg á land inni í einum fjørði norðalaga í Eysturgrønlandi, hevur tað eftir umstøðunum gott.
Tað upplýsir Arktisk Kommando í dag í eini fráboðan á Facebook. Arktisk kommando sigur, at fólk frá Sirius-patrúljuni hava verið umborð á skipinum fyri at kanna, hvussu stendur til.
- Manning og ferðafólk eru í eini truplari støðu, men eftir umstøðunum stendur val til, og øll umborð hava tað gott, skrivar Arktisk Kommando.
Les eisini: Ferðafólkaskip rent á land í Eysturgrønlandi
(Mynd: SIRIUS/Arktisk Kommando)
Enn eru ongi tekin um, at skipið hevur fingið skaða av hendingini, og ætlanin er framvegis at royna at sleppa avaftur við egnari hjálp.
Vaktarskipið Knud Rasmussen varð í gjár sent avstað at koma Ocean Explorer til hjálpar, men leiðin er long, og Knud Rasmussen verður væntandi ikki frammi fyrr enn fríggjamorgunin, upplýsir Arktisk Kommando, sum eisini upplýsir, at tað eru onnur skip í námind, sum kunnu tilkallast um tað gerst neyðugt. Sirius-patrúljan kann til eina og hvørja tíð vera hjá ‘havaristinum’ innan fyri ein hálvan tíma, sigur Arktisk kommando.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald