Innanlands

Finnur Fríði kom á Runavík í morgun

Finnur Fríði hevur 2150 tons, sum skulu landast í Fuglafirði

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-04-22 18:44 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom í morgun á Runavík, har skipið bíðar eftir landingartørni.

Finnur Fríði hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í Føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Finnur Fríði eigur tørn at landa mánadagin.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder