2020-05-18 13:17
Uppsjóvsrskipið Finnur Fríði kom í morgun á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og hava 900 tons, sum teir landa til Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Tá ið Finnur Fríði hevur landað, fara teir helst aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald