Innanlands

Fiskikapping og stórt vatnkríggj í Klaksvík

Stóri Sjómannadagurin er í morgin, men tað byrjar í kvøld við fiskikapping fyri børn og vatnkríggi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-08-16 10:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjómannadagurin verður í morgin, men longu í kvøld verða fleiri tiltøk á skránni.

Klokkan 17 er fiskikapping á Kósabrúnni fyru øll børn. Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við.

Heitt verður á øll at møta í góðari tíð.

Klokkan 18 verður stóra vatnkríggið á vágni millum bátar og skip umframt á keiøkinum á vestursíðuni.

Skip og bátar leggja at á Kósabryggjuni og her sleppa fólk umborð.

Siglt verður í ring inni á vágni, og kríggið endar, tá sjóverjuskipið Brimil blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum.

Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, er stórt vatnkríggj á landi fyri børn og vaksin, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum. Sjórænarar vitja.

Síggj alla skránna fyri Sjómannadagin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder