Innanlands

Fiskivinnan í fokus: - “Vinnulívið” á norskum

Nýggja “Vinnulívið” setur sjóneykuna á føroysku fiskivinnuna

(Mynd: Vinnulívið)

(Mynd: Vinnulívið)

2018-11-06 11:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingið samtykti í 2017 nýggju lógina um sjófeingi, men hvørja ávirkan hevur lógin á verandi og komandi aktørar?

Í blaðnum eru millum annað samrøður við Hanus Hansen, reiðara í JFK, Hans Andrias Keldurberg, reiðara í Thor, og Dáva Jacobsen, tekniska stjóra hjá Varðanum, ið hava ymiskar royndir við nýggju lógini.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greiður frá sínum sjónarmiðum, samstundis sum Gestur Hovgaard, formaður í metingarnevndini, greiður frá menningarkvotunum.

- Áhugin fyri føroyskari fiskivinnu er stórur. Ikki bara í Føroyum, men eisini í grannalondunum. Tí hava vit í samstarvi við fyritøkuna, Fishfacts, gjørt av at týða blaðið til norskt bokmål. Seinni kemur tað út á enskum, sigur Hanus Samró, blaðstjóri.

Í fyrstu atløgu verður “Vinnulívið” sent talgilt til norskar, danskar, svenskar og grønlendskar fyritøkur. Hetta gevur okkum fleiri møguleikar. Føroyskar fyritøkur kunnu røkka einum áhugaverdum málbólki, samstundis sum útlendskar fyritøkur hava møguleikan at fáa samband við føroyskar fyritøkur. Hetta er win-win, sigur Hanus Samró, at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder