Innanlands

Fleiri landingar í Fuglafirði

Fleiri skip liggja á Fuglafirði í løtuni, har veiðan skal landast

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-04-21 20:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu dagarnar, eru fleiri skip komin á Fuglafjørð at landa.

Akraberg kom í gjár á Fuglafjørð við 1100 tonsum av frystum fiski, og 520 tonsum av súrløgu. Akraberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Umframt Akraberg, so skulu Katrin Jóhanna, Fagraberg og Arctic Voyager eisini landa í Fuglafirði.

Katrin Jóhanna hevur 1700 tons, Fagraberg hevur 2600 tons, og Arctic Voyager hevur 1900 tons av. Øll trý skipini hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder