Innanlands

Fleiri svartkjaftalandingar komandi dagarnar

Fleiri skip skulu komandi dagarnar landa svartkjaft, sum tey hava fiskað sunnanfyri í føroyskum sjógvi

Jupiter og Ango bíða eftir landingartørni í Havn (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Jupiter og Ango bíða eftir landingartørni í Havn (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2023-04-25 07:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nógv tann størsta nøgdin verður landað í Fuglafirði, har Havsbrún tekur ímóti svartkjaftinum.

Finnur Fríði byrjaði í gjár at landa 2.150 tons av svartkjafti.

Síðani eigur Vestmenningur, sum hevur bíðað í Vestmanna, at landa 2.000 tons, og síðan eigur Ango tørn. 

Ango liggur á Havnini, og hevur 1.400 tons av svartkjafti í lastini.

Norðingur liggur í Ánunum, og hevur umleið 1.900 tons av svartkjafti.

Jupiter liggur á Havnini og hevur 2.000 tons, og Gamli Jupiter bíðar í Fuglafirði, og hevur somuleiðis 2.000 tons avsvartkjafti.

Borgarin er farin til Íslands at landa umleið 2.000 tons í Fáskrúðsfirði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder