Innanlands

Fleiri uppsjóvarskip komin á Fuglafjørð við sild

Jupiter, Gamli Jupiter, Fagraberg og Christian í Grótinum skulu øll landa sild í Fuglafirði næstu dagarnar

Pelagos tekur nógv tí størsta partinum av sild, sum verður landað í Fuglafirði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pelagos tekur nógv tí størsta partinum av sild, sum verður landað í Fuglafirði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-11-26 19:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini hava seinastu tíðina havt góðan sildafiskiskap, sum byrjaði í íslendskum sjógvi, men sum nú hevur flutt seg í føroyskan sjógv.

Jupiter skal landa umleið 700 tons í Fuglafirði. Ein partur skal landast til Tavuna, og restin til Pelagos í Fuglafirði.

Jupiter hevur nú fiskað sildakvotuna fyri í ár. 

Fagraberg hevur fiskað bæði í íslendskum og í føroyskum sjógvi, og hevur beint undir 1.000 tons av sild við til lands, sum skal landast aftaná Jupiter hevur landað sína last.

Gamli Jupiter er komin á Fuglafjørð í dag við 1.100 tonsum av sild, og eigur tørn aftaná Fagraberg. 

Christian í Grótinum skal eisini landa í Fuglafirði, og hava teir umleið 1.400 tons.

Skipini hava havt góðan fiskiskap eftir sild síðani tey fóru aftur til fiskiskap aftaná ringa veðrið vit høvdu fyrr í vikuni. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder