Innanlands

Flogfar frá donsku verjuni kemur at hjálpa

Danskt bjargingarflogfar kemur seinnapartin á staðið, har Kambur í morgun sakk, og skal luttaka í leitingini eftir teimum saknaðu

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-02-06 12:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 47 ára gamal maður og ein 57 ára gamal maður eru saknaðir eftir at frystilínuskipið Kambur fyrrapartin sakk 17 fjórðingar ein útsynning úr Akrabergi.

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi er á staðnum, umframt fleiri skip og Brimil, sum samskipar leitingina.

Nú seinnapartin kemur eitt serútgjørt bjargingarflogfar frá donsku verjuni at luttaka í leitingini.

[object Object](Skíggjamynd: Fishin.fo/Vikmar)

16 menn vóru umborð á Kambi tá hann fekk ein sjógv fyri klokkan átta í morgun. 14 av manningini vórðu bjargaðir til lands við tyrluni.

Veðrið á leiðini er vánaligt. Tað er nógvur vindur og nógv alda og tað ger leitingina truplari.

Les eisini: Ein maður stóð eftir á skipssíðuni tá tyrlan mátti fara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder