Innanlands

Fyrsta gulllaksalastin landað í Klaksvík

Skoraberg og Fuglberg hava landað fyrstu lastina av gulllaksi í ár

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-04-07 06:39 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Parið, sum hevur fiskað 410.000 pund, landar veiðuna í Klaksvík.

Teir hava havt góðan fiskiskap hendan túrin, og veiðan varð landað til Kósavirkið í Klaksvík, og síðan koyrd til Leirvíkar.

Tað er Tavan í Lerivík, sum keypir gulllaksin frá føroysku pørunum, sum eru Fuglberg, Skoraberg, Vesturbúgvin, Eysturbúgvin og Polarhav og Stjørnan.

Fulgberg og Skoraberg fara aftur til fiskiskap í dag, og hini bæði pørini loysa eisini fyrsta dagin.

Les eisini: Rigga seg nú til fiskiskap eftir gulllaksi

Les eisini: Myndir: Polarhav og Stjørnan gera klárt til gulllaksaveiðu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder