2020-04-04 21:14
Tað eru trý pør, sum vanliga fiska gulllaks undir Føroyum, og tað eina parið er Polarhav og Stjørnan úr Klaksvík.
Parið kom á Havnina í dag, har manningin saman við fólkum frá Vónini tóku trol umborð.
Fiskiskapurin eftir gulllaksi plagar vanligvís at byrja fyrst í mars, men av tí at fiskiskapurin eftir upsa hevur verið so góður í ár, er gulllaksafiskiskapurin seinkaður ein mánað.
Hini pørini, sum fiska gulllaks eru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin og Skoraberg og Fuglberg.
Les eisini: Rigga seg nú til fiskiskap eftir gulllaksi
Les eisini: Fara nú á gulllaksaveiðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald