- Nú lesi eg til skipara, og tí er ikki nógv tíð at rógva út í. Av somu orsøk havi eg bara gjørt 11 túrar í ár, og teir eru gjørdir tá skúlin hevur frí.
Hann var blaðungur tá áhugin fyri bátum og fiskiskapi kveiktist í honum. Nú eigur 21 ára gamli havnardrongurin Jóannes Viderø, 29 fót stóra bátin Viderø, sum hann hevur átt og róð út við í trý ár.
Jóannes lesur til skipara á Vinnuháskúlanum, og tí er ikki nógv tíð til útróður fyri tíðina.
Í morgun avreiddi Viderø á Toftum. Har hitti sjómanstrúboðarin Jóannes, sum var væl nøgdur við túrin. Hann segði:
- Vit hava verið eystanfyri við 22 stampum og hava umleið 5000 pund. Vit meta tað er helvt um helvt toskur og hýsa. Hýsan er væl í holdum, meðan onkrir slánar vóru millum toskarnar.
- Nú lesi eg til skipara, og tí er ikki nógv tíð at rógva út í. Av somu orsøk havi eg bara gjørt 11 túrar í ár, og teir eru gjørdir tá skúlin hevur frí, sigur hann.
Tá hann varð spurdur, um hann ætlaði at gerast útróðrarmaður burturav, svaraði hann:
- Tað veit eg ikki, men mær dámar væl at rógva út. Eg ætli at gera útbúgvingina lidna, so fáa vit at síggja.
Jóannes sigur, at teir vanliga egna tríggjar húkar við goggu og so ein við høgguslokki. Hann fiskar goggur til egna nýtslu.
Hendan túrin var Hanus Mortensen við Jóannesi.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald