Innanlands

Gevandi menningarsamstarv um alivinnu

Tey fimm úr Kuba, Malavi, Sierra Leone, Jamaika og Nikaragua arbeiða við at menna eina ábyrgdarfulla alivinnu í teirra heimlondum og skuldu hava íblástur úr Føroyum

Tey hava millum annað vitja virkir og myndugleikar, og fingið undirvísing frá granskarum á Firum. Hóast veðrið ikki var til vildar, og ætlanir máttu tillagast nakrar ferðir, var vitjanin væleydnað

Tey hava millum annað vitja virkir og myndugleikar, og fingið undirvísing frá granskarum á Firum. Hóast veðrið ikki var til vildar, og ætlanir máttu tillagast nakrar ferðir, var vitjanin væleydnað

2024-01-30 19:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu tvær vikurnar hevur Firum havt vitjan av fimm gestum, ið eru komin til Føroyar at kunna seg um føroysku alivinnuna. Her hava tey millum annað vitja virkir og myndugleikar, og fingið undirvísing frá granskarum á Firum. Hóast veðrið ikki var til vildar, og ætlanir máttu tillagast nakrar ferðir, var vitjanin væleydnað.

Tey fimm, ið eru úr Kuba, Malavi, Sierra Leone, Jamaika og Nikaragua, hava øll akademiska útbúgving innan alivinnu og fyrisiting. Harafturat arbeiða tey við at menna eina ábyrgdarfulla alivinnu í teirra heimlondum.

Vitjanin í Føroyum er partur av samstarvsavtalu við Ísland, ið inniber, at granskarar frá Firum hava ein virknan leiklut í skeiðnum Fisheries Training Programme, ein av menningarskráunum undir UNESCO-GRÓ, sum eisini umfatar alivinnu. Skeiðið, ið er seks mánaðir, endar við at luttakarar gera eina granskingarverkætlan um viðkomandi viðurskifti í teirra heimlandi. Væntandi verða granskarar frá Firum vegleiðarar hjá onkrum teirra.

Allir skeiðsluttakarar eru útvaldir av einum netverki, ið m.a. er skipað undir UNESCO. Netverkið fær umsóknir úr øllum heiminum, og tey seta høg krøv til umsøkjarar, ið skulu hava viðkomandi útbúgving og starv.

Á Firum eru vit fegin um samstarvið við UNESCO-GRÓ, ið er við til at styrkja samstarvið ímillum luttakandi lond. Samstarvið er eisini ein týðandi liður í arbeiðnum hjá Firum at virka fyri máttmenning (Capacity Development) í menningarlondum.

Firum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder