Innanlands

Hava funnið vraklutir av Kambi

Men saknaðu menninir eru ikki funnir enn

Kambur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Kambur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-02-06 16:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Líkindini at leita gerast alsamt betur, men tað byrjar eisini at skýma, har leitað verður eftir teimum báðum saknaðu monnunum á Kambi, sum sakk 17 fjórðingar úr Akrabergi fyrrapartin.

Skipini sum leita eftir monnunum eru komin á fleiri vraklutir, og tað bendir á, at teir leita á góðari leið, men enn hava tey ikki funnið tað, ið leita verður eftir.

Danska Challenger-flogfarið, sum fyrr í dag skuldu koma, men síðani settist aftur tí tekniskir trupulleikar vóru, kemur kortini. Tað verður á leiðini nakað í klokkan 18.

Edvard Bjarnason, deildarleiðari á MRCC, sigur við útvarpið, at tað kann leita í tveir til tríggjar tímar og hevur eisini góða útgerð at leita við í myrkri.

Óvist er, hvussu verður við flogfarinum úr Íslandi, sum tosað hevur verið um fyrr í dag. Talan er sum skilst um eitt bretskt bjargingarflogfar, sum hevur staðið í Íslandi. MRCC arbeiðir við at fáa greiðu á støðuni við tí flogfarinum.

16 mans vóru umborð á Kambi, tá hann fekk ein sjógv 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi í morgun. 14 teirra vórðu bjargaðir til lands við tyrluni. Tveir av manningin eru enn ikki komnir afturíaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder