Innanlands

ICES kunngjørt nýggj tilmæli fyri botnfisk

ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2024 kann vera í mesta lagi 12.145 tons, og at veiðan av upsa í 2024 kann vera í mesta lagi 15.323 tons

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-11-25 12:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í gjár nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2024 kann vera í mesta lagi 12.145 tons. Hetta er ein øking á 3% í mun til tilmælið fyri 2023. Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008 til 2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið á miðalstøði síðani.

ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2024 kann vera í mesta lagi 15.323 tons. Hetta er ein minking á 14% í mun til tilmælið fyri 2023. Orsøkin er minni tilgongd til stovnin síðstu árini.

Toskur á Landgrunninum var í fjør mettur at vera undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. ICES mælti tá til, at toskur ikki verður fiskaður á Landgrunninum í 2023 og 2024. ICES útgevur tískil ikki nýtt tilmæli fyri tosk á Landgrunninum í ár.

Tilmælið fyri tosk á Føroyabanka, sum bleiv útgivið síðsta ár, er somuleiðis galdandi fyri tvey ár í senn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder