Innanlands

Íslendsk streymboya rak inn í Haraldssund

Slitnaði og hvarv í 2018 – endamálið var at kanna streymviðurskiftini norðan fyri Ísland 

2021-03-10 16:37 Author image
Havstovan
placeholder

Um hálvan januar bóru alarar hjá Bakkarfost eyga við eina streymboyu, sum var rikin inn á Haraldssund.

Hetta vísti seg at vera ein streymboya, sum var blivin burtur norðan fyri Ísland í 2018, og sum nú var endað í Føroyum.

Alararnir hjá Bakkafrost funnu streymboyuna tann 17. januar, og tóku hana umborð á ein alibát. Teir settu seg síðani í samband við m.a. Havstovuna, og her kendust fólk við hetta slagið av streymboyu. Tað var tó skjótt greitt, at tað ikki var Havstovan, sum átti hesa boyuna.

Við hjálp frá Vónini, varð streymboyan fingin til Havnar. Onki navn ella búmerki var á boyuni, men eftir at hava fregnast hjá samstarvsfeløgum í okkara grannalondum varð funnið fram til, at Havrannsóknarstovnurin í Íslandi átti boyuna.

[object Object]

Boyan varð løgd út norðalaga á Hornbanka í august 2017, og tá hon skuldi takast uppaftur á sumri 2018, fekst onki samband við hana. Boyan var útgjørd við einum tóli (Argos), ið sendir knattstøðu til satellit, so at fráboðan kemur, um boyan flotnar í ótíð. Av eini hvørjari orsøk var hendan skipanin óvirkin, og tí vóru fólk ikki varug við, at boyan var flotnað.

Upprunaliga hevði fortoyingin meiri útgerð enn bara boyuna, men tann útgerðin var slitnað frá sjálvari boyuni.

Endamálið við at leggja boyuna út á Hornbanka var, saman við trimum øðrum boyum, at máta rákið av Atlantssjógvi, ið fer norður um Ísland og inn í Norðurhøv. Hetta rákið hevur alstóran týdning fyri vistskipanina har og fyri veðurlagið á norðurlandinum í Íslandi.

Atlantssjógvur fer eisini norður um Føroyar og ígjøgnum Hetlandsrennuna. Havstovan hevur mátað rákið í Føroyastreyminum síðani 1997, og samstarvar eisini við Marine Scotland Science í Aberdeen um mátingar í Hetlandsrennuni.

Ein postari (á enskum), sum tekur samanum hesar felags mátingarnar av Atlantssjógvi, er at finna her.

Heimasíðan hjá Havstovuni sigur frá sínum samstarvsfeløgum í Íslandi, at tey takka fyri vælvild frá Bakkafrost og Vónini. Havstovan frættir fegin, tá boyur og annað verður funnið á hendan hátt.

Kelda: hav.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder