Føroyska fyritøkan JT electric skiftir navn til GroAqua. Navnaskiftið er ein liður í gongdini í at røkka longur út á altjóða marknaðin við burðardyggum vakstrarloysnum til alivinnuna.
Í desember í 2020 keypti JT electric skotsku fyritøkuna Sterner AquaTech UK í sambandi við ætlanir um at fóta sær betur á bretska marknaðinum. Nú verða góðu førleikarnir í báðum fyritøkunum veruliga flættaðir saman í eitt felags brand fyri at koma sterkari út á altjóða marknaðin – nú við navninum GroAqua.
– Vit eru spent uppá at byrja eitt nýtt kapittul sum eitt samlað felag og at byggja ein sterkan pall sum veitari til altjóða alivinnuna, sigur Suni Justinussen, stjóri í GroAqua.
– Vit koma áhaldandi at menna burðardyggar tøkniligar loysnir til alivinnuna og at stuðla alarum við at náa teirra vakstrar málum.
Starvsfólkini og vørurnar í fyritøkuni eru enn tær somu við fleiri áratíggjum av royndum at menna tøkniligar loysnir til alifeløgini í harðbalna Norðuratlanshavinum.
Navnið GroAqua er ein samanrenning av orðunum Grow og Aqua, ið avspeglar kjarnuvirksemið í felagnum – at menna vakstrarloysnir til alivinnuna (grow aquaculture). Navnið ber boð um gróður, og hevur sama týdning bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum.
GroAqua hevur høvuðssæti á Kambsdali umframt deildir í Skotlandi, Pólandi og í Danmark – og arbeitt verður við at styrkja støðuna á norska marknaðin, ið er heimsins størsti alimarknaður. Í 2022 var meira enn helmingurin av umsetninginum frá sølu uttanfyri Føroyar, og loysnir hjá føroysku fyritøkuni verða brúktar av alarum kring allan heimin.
Meira kann lesast um virksemið hjá felagnum á nýggju heimasíðuni www.GroAqua.io.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald