Innanlands

Jupiter komin aftur av fyrsta túrinum

Uppsjóvarskipið Jupiter kom á Kollafjørð í dag, har skipið bíðar eftir landingartørni

Jupiter (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Jupiter (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2023-04-16 18:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Jupiter, sum kom til Føroyar í páskavikuni, fór til fiskiskap týsdagin, og longu fýra dagar seinni kom skipið fullasta á Kollafjørð.

- Jupiter hevur umleið 2300 tons, sum svarar til fult skip. Skipið hevur gjørt fýra hál í fýra dagar, so talan hevur verið um góðan fiskiskap, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, sum er reiðari á skipinum. 

Reiðarin letur sera væl at skipinum, men sigur, at sum altíð við nýggjum skipum, so skulu ymsar tillagingar gerast, men ikki nakað stórvegis. 

Jupiter hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og skulu teir landa til Havsbrún mikudagin. 

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder