Innanlands

Kambur fingið stóran sjógv: Tyrlan tikið 12 mans av skipinum

Dagføring: Fýra mans eru eftir umborð á Kambi - tyrlan fer út aftur eftir teimum

(Savnsmynd: Sjómansmissiónin)

(Savnsmynd: Sjómansmissiónin)

2024-02-06 08:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Les dagføring: Tveir mans á Kambi saknaðir

--

Klokkan 7.45 í morgun fekk alarmsentralurin boð frá línuskipinum Kambi um at skipið hevði fingið ein stóran sjógv á eini leið 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi.

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi var rættiliga skjótt hjá skipinum. Fyri løtu síðani segði Jón Klein Olsen frá politistøðini, at tyrlan hevur tikið 12 av teimum 16 monnunum umborð, og var á veg til Tvøroyar við teimum, so teir kunnu kannast á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Enn er ógreitt hvussu støðan er hjá manningini. Eisini er óvist um vandi er fyri, at skipið skal søkka.

Fleiri skip eru hjá Kambi. Vaktarskipið Brimil verður væntandi á leiðini um 10-tíðina.

(Dagført kl. 09.05)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder