Ein stórur partur av Føroyafólki vóru í gjár til sjómannadag í Klaksvík. Bryggjan var á tremur við fólki sum hugnaðu sær og notu gott av teimum møguleikum sum vóru har.
- Eg ivist í um hetta slær met. Tað var trongligt á bryggjuni, og tøl sum 10.000 fólk eru nevnd, segði Rannvá Isaksen, fyriskipari, við útvarpið í gjárkvøldið.
(Mynd: Sverri Egholm)
Á Sjómannadegnum er alt ókeypis, og bíðskapurin er í hásæti. Kappingar og undirhald var á skránni frá tí at dagurin varð settur fyrrapart, til hann endaði móti kvøldinum. Matur varð borðreiddur at kalla allan dagin, og eins og undanfarin ár, er tað serliga Fish og chips frá JFK sum dróg.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Eisini var makrelur at fáa frá reiðarínum Christian í Grótinum og laksur frá Bakkafrosti. Føroya Bjór bjóðaði sodavatn og vatn, og aðrastaðni vóru pannukøkur, vaflur og annað at fáa.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Byrjað varð fríggjakvøldið við stórari fiskikapping á Kósakeiini, og árliga vatnkrígnum á vágni. Eisini tá var stór luttøka.
Sí eisini: Myndir: Sjómannadagur í Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald