Brøðurnir Líggjast og Bethuel Johannesen yvirtóku í gjár Geir II. Eitt línuskip úr Noreg, og sum er bygt í 2010.
Nú verður riggað til, og fyrst í næstu viku er ætlanin at loysa úr Noreg, og tá verður kósin sett móti Føroyum.
Skipið varð í gjár skrásett í føroysku skipaskrásetingini, og hevur fingið navnið Klakkur. Keypsprísur var ikki upplýstur.
Felagið Undir Klakki, sum hevur keypt Geir ll, seldi síðst í 2019 undanfarna Klakk. Skipið fór tó ikki langt, tí tað verður framvegis heimahoyrandi í Klaksvík, og hevur fingið navnið Jákup B.
Les eisini: Klakkur verður yvirtikin í dag
Les eisini: Nýtt skip fyri línuskipið Klakk
Les eisini: Klakkur skift navn til Jákup B
Les eisini: Yvirlit: Flotin yngist ikki stórvegis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald