2023-04-14 06:50
Dennis Holm, landsstýrismaður hevur lýst kunngerð, sum heimilar, at skip eins og undanfarin ár fram til 15. juni kunnu landa svartkjaft uttanlands.
Móttøkuorkan í Føroyum er avmarkað, so skip verða noydd at liggja og bíða eftir landingartørni. Til tess at tryggja, at føroyska svartkjaftakvotan serliga verður fiskað, tá svartkjafturin er í føroyskum sjógvi, verður frávik gjørt frá galdandi áseting um, at allur fiskur, tó undantikin 15 prosent, skal landast í Føroyum.
Talan er um broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019, sí her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald