Tvøroyrar kommuna: Mitt í øllum jarðrokinum í morgun, mugu fleiri hava varnast at rokan er í fjøruni, nú heili 3 skip liggja við Tvørakei.
Uttast liggur Beinur og landar 850 tons av makreli til Varðan Pelagic og umborð eru heili 5 tvøramenn. Vit tosaðu við 1. meistaran, Helga Eysturberg, Tvøroyri, í morgun. Teir høvdu fiskað undir Hetlandi, í bretskum sjógvi og fóru eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, tá liðugt verður at landa einaferð seinnapartin í kvøld.
Umborð eru: Rúni Ludvig, 1. stýrimaður, Bjartur Brattalíð, stýrimaður, Oddur Nielsen, stýrimaður og Bjarni Brattalíð, dekkari, allir av Tvøroyri. Bjarki Hansen úr Kvívík er chief, Beinur Tindskarð, búsitandi í Hirtshals, dekkari, Sigurjón(hava tíverri ikki eftirnavn) úr Skálavík, er kokkur og Mikkjal Godtfred, úr Vági, er skipari.
Beinur er smíðaður á Karstens Shipyard í 2016 og er heimahoyrandi í Hirtshals. Hann er 78 metrar langur og 15,5 metrar breiður. Mesta ferðin er 18,4 míl (16 knob) og hann tekur 2800 tons.
Tað er reiðaríið hjá Tindsskarð familjuni í Hirtshals, ið eigur og rekur Beinur. Fríðálvur Tindskarð, úr Skálavík, er reiðari. Fríðálvur er giftur Eyðdis Tindsskarð av Brattalíð familjuni av Tvøroyri og til stuttleikar kann nevnast, at tað er sonur teirra, Beinur Tindsskarð, ið er áður nevndi dekkari umborð. Bjartur Brattalíð er bróður Eyðdis og Bjarni Brattalíð er sonur Bjartur.
Astrid á vitjan fyri fyrstu ferð
Innast á havnarlagnum liggur snotiliga Astrid. Her sæst beinanvegin, at sniðið er av nýggjum slag, tí skipið er mest líkt einum ferðamannaskipið at síggja. Linjurnar eru sera vakrar og nýmótans og ein hevur ilt við at skilja, at hetta er eitt fiskiskip.
Vit prátaðu við maskinmannin Ólavur Debess, úr Vági, í morgun. Hann sigur, at teir eru komnir inn við uml. 2000 tonsum av makreli, ið, eins og tann hjá Beini, er fiskaður undir Hetlandi. Ólavur arbeiður í maskinrúminum saman við Jens Sigurdi Samuelsen, úr Havn, og teir verða avloystir av tveimum øðrum føroyingum, tá teir eru í landi
Skipið er annaleiðis á at lýta og tí er upplagt at spyrja, hvussu skipið hevur roynst manning og reiðaríi, síðan tað kom í august 2022? Ólavur sigur at tað hevur roynst heilt væl. Umstøðurnar eru framúr góðar hjá manningini og skipið er sera gott í sjónum. Ólavur sigur eisini, at ikki minst í illveðri er gott at vera umborð á slíkum skipi, tí tað uppførir seg so væl í sjónum.
Teir hava ikki tikið avgerð um hvar teir fara, tá liðugt er at landa til Varðan Pelagic, men mest sannlíkt verður farið at leita eftir svartkjafti.
Astrid er, sum áður nevnt, bygt í 2022 og var tað eisini Karstensens Shipyard, ið bygdi. Astrid er 92 metrar til longdar og 18 metrar breitt. Skipið lastar heilt upp til 4500 tons og ferðin kann koma upp til 22,2 míl (19,3 knob).
Tað er svenska Johansson familjan, ið eigur skipið og reiðaríið Astrid Fiskeri A/s er heimahoyrandi í Skagen.
Úr at gera á havnarkontórinum
Rógvi Thorsteinsson, havnarstjóri, sigur, at í løtuni er úr at gera á havnarlagnum. Ímillum bæði uppsjóvarskipini, liggur eisini 97.6 metra langa Silver Breeze og tekur ímóti fiski frá Varðanum Pelagic. Farmaskipið er einans góðar 5 metrar longri enn Astrid.
Rógvi væntar at Silver Breeze liggur einar tveir dagar afturat, áðrenn teir halda leiðina fram. Í løtuni veit hann ikki um fleiri størri skip, ið eru ávegis, men tað kann skjótt broytast, tá eitt so stórt virki sum Varðin Pelagic liggur á havnarlagnum.
Í skrivandi stund er flaggskipið hjá Strandferðsluni, Smyril, ávegis inn eftir Trongisvági og leggur hvørja løtu at á Krambatanga, hinumegin fjørðin. Pláss er enn á hinum stóra havnarlagnum sunnaru megin fjørðin, Drelnes.
Ítróttur á Tvørakei
Á heimvegnum, eftir at hava tikið nakrar myndir, sást ein heldur løgin sjón við hylin hjá Varðanum Pelagic. Gott 30 ungdómar gjørdu einglahopp og runnu síðan kring hylin, meðan nøkur vaksin sóust eygleiða tey. Hesi vístu seg at vera frá frá Ítróttarháskúlanum í Vági og eru tey á vitjan á Tvøroyri nakrar dagar.
Ein av leiðarunum, Jón Bjarnason, segði, at hetta gera tey á hvørjum ári tá várskeiðið byrjar. Tey halda til á Seglloftinum og gera annars ymiskt ítróttarligt í náttúruni kring fjørðin. Millum annað hava tey verið ein túr uppi á Froðbiarnakki í øllum kavanum og tað var ein sonn avbjóðing.
Eftir ítróttin á havnarlagnum hoppaðu tey ungu í ísakalda hylin hjá Varðanum og síðan ein túr niðan í svimjihøllina í Tvøroyrar Skúla, at fáa sær eitt heitt brúsubað.
Tvøroyrar kommuna takkar fyri prátini og ynskir manning og reiðaríum bestu eydnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald