Innanlands

MEST latið tvíkilju til Hiddenfjord

Heldarsgjógv er fyrsta av tveimum tvíkiljum til alifelagið

(Mynd: Mest)

(Mynd: Mest)

2023-11-23 10:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna. Tvíkiljan var latin til tíðina – ja heilar 24 dagar áðrenn tíð, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Henda fyrsta av tveimum tvíkiljum frá MEST til Hiddenfjord, bleiv handað Marjun Wilhelm, leiðara fyri sjógvaling hjá Hiddenfjord, í gjár. Næsta tvíkiljan til Hiddenfjord verður latin í mars 2024.

Nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Heldarsgjógv”, er bygd til aliøki í Vestmanna og Fútakletti og fær heimstað í Vestmanna. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord manningini.

Á samkomu í matarhøllini hjá MEST vóru eini 120 fólk savnað til eitt hátíðarhald har stjórin á MEST, Mouritz Mohr, helt eina stutta røðu. Í røðuni takkaði hann Hiddenfjord fyri fyrimyndarliga gott samstarv – og gav rós til starvsfólk síni fyri væl úr hondum greitt arbeiði.

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 116 á MEST, er 16 metrar long og 8 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við einum stórum Melcal krana av støddini 80 tons, einum 2x500 HK Volvo Penta høvuðsmoturi, einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli. Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur. Nýggja farið er útgjørt við vesi, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder