Mortan Johannesen, sum stovnaði P/f Farcod í 1986, er nú aftur í stjórasessinum í felagnum.
Tað er Skráseting Føroya, sum boðar frá, at Mortan Hammer Johannesen nú aftur er stjóri í felagnum.
P/f Farcod er felagið aftanfyri flakatrolaran Enniberg, og nýggja rækjutrolaran Emerald, umframt at felagið eitt nú eisini eigur í SMS.
Seinastu árini hevur sonur Mortan og Hildigunn, Kaj Johannesen, verið stjóri í felagnum, men nú er hann farin aftur í nevndina.
Kaj Johannesen, sum seinastu knapt 8 árini hevur verið stjóri í P/f Farcod er nú aftur í nevndini í felagnum. (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald