Innanlands

Nógvur svartkjaftur um bryggjukantin

Fleiri skip hava seinastu dagarnar landað ella sett kós móti landi at landa svartkjaftin, sum tey hava fiskað í føroyskum sjógvi

Svartkjaftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Svartkjaftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-04-16 13:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Havsbrún í Fuglafirði, hava tey havt úr at gera seinastu dagarnar.

Gøtunes loysti í morgun, eftir at hava landað 3000 tons av svartkjafti.

Tá ið Gøtunes hevði landað, byrjaði Katrin Jóhanna at landa 1800 tons, og síðan skal Borgarin landa 2400 tons.

Tá ið Borgarin hevur landað skal Vestmenningur landa 1900 tons av svartkjafti.

Jupiter er ávegis á Kollafjørð, og teir verða inni um 13 tíðina í dag. Teir hava umleið 2300 tons, og er hetta fyrsti túrurin, sum skipið hevur gjørt undir føroyskum flaggi.

Jupiter skal landa í Fuglafirði mikudagin.

Tróndur í Gøtu er farin til Íslands at landa 2400 tons av svartkjafti, og veiðan verður landað í Vopnafirði. 

Finnur Fríði og Fagraberg hava eisini júst landað í  Íslandi, og Arctic Voyager hevur landað eina svartkjaftalast í Skagen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder