Uppsjóvarskipið Norðingur úr Klaksvík kom í dag á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Upplýst verður, at tað var sera lítið at fáa at byrja við, men brádliga vendist gongdin, og teir fingu fult skip uppá stutta tíð.
Arctic Voyager úr Hvalba er eisini komin inn við svartkjafti, og hava teir 2.200 tons av svartkjafti, sum eisini skal landast til Havsbrún.
Norðingur fer ein svartkjaftatúr aftrat, og síðani verður farið á sild, meðan Arctic Voyager nú hevur fiskað svartkjaftakvotuna, og verður riggaður til sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald