Tað er í dag, at brøðurnir Líggjas og Bethuel Johannesen, saman við øðrum, yvirtaka nýtt skip, sum er keypt fyri Klakk.
Talan er um norska línuskipið Geir ll, sum er bygt í 2010, og sum hevur framkomnu skipanina "moon pool", ið meinast við, at skipið dregur línuna inn gjøgnum botnin á skipinum. Hetta er skipanin, sum øll tey nýggjaru línuskipini hava.
Geir ll er eitt av mest framkomnu skipunum í heiminum av sínum slag.
Hvat felagið Undir Klakki hevur keypt Geir ll, fyri vita vit ikki.
Geir ll liggur í løtuni í Ålesund. Nær skipið verður í Føroyum er ógreitt.
Felagið Undir Klakki, sum hevur keypt Geir ll, seldi síðst í 2019 undanfarna Klakk. Skipið fór tó ikki langt, tí tað verður framvegis heimahoyrandi í Klaksvík, og hevur fingið navnið Jákup B.
Undanfarni Jákup B er eisini seldur, og kallast nú Carlton. Carlton er selt uttan loyvir, av tí at loyvini hjá Jákup B skuldu yvir á nýggja skipið.
Les eisini: Nýtt skip fyri línuskipið Klakk
Les eisini: Klakkur skift navn til Jákup B
Les eisini: Yvirlit: Flotin yngist ikki stórvegis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald