2023-09-14 17:49
Ferðamannaskipið Ocean Explorer, sum mánadagin rendi seg á land inni í einum fjørði norðarlaga í Eysturgrønlandi, er togað leyst.
Hetta upplýsir Arktisk kommando fyri grønlendska kringvarpinum.
Tað var havrannsóknarskipið Tarajoq, har Jóhan Hendrik Garðshorn er skipari, sum togaði skipið leyst av flúrinum.
Ferðamannaskipið siglir nú til nærmastu havn, og ferðafólkini verða flutt heim við flogfari.
Har skulu kavarar eisini kanna botnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald