Tað verður ikki í dag, at løgtingslógin um loyvisgjøld á alivinnu verður broytt.
Andstøðan gjørdi eina roynd á løgtingi í dag. Tað snýr seg um eitt uppskot frá Sambandsflokkinum, hvørs endamál er at ‘bjarga’ teimum 140 starvsfólkunum hjá Bakkafrost á Glyvrum, sum júst eru uppsøgd.
Eftir áheitan frá andstøðuni, var í løtuni atkvøðugreiðsla um at víkja frá vanligum tíðarfreistum, so at uppskotið kundi avgreiðast í dag.
Men hetta eydnaðist ikki. 15 atkvøddu fyri og 17 ímóti. Fyri at víkja frá vanligu freistunum, krevst kvalifiseraður meiriluti, sum svarar til 3/5 av uppmøttu tinglimunum.
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum kemur sostatt einans til fyrstu viðgerð á løgtingi í dag. Tað er næst á dagskránni fyri tingfundin í dag, sum í løtuni er komin í helvt í dagsskránni. Uppskotið sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald