2023-08-29 22:46
Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Ammassak landar í løtuni makrel til Havsbrún.
Polar Ammassak hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og veiðan verður landað til Havsbrún, har makrelurin verður framleiddur til fóður.
Í løtuni eru næstan øll makrelskipini á makrelveiðu í altjóða sjógvi. nøkur skip hava landað í Noregi og í Føroyum, og eru nú ávegis aftur á makrelfelti.
Talan er um føroysk, íslendsk, grønlendsk og russisk skip, sum eru á makrelfeltinum í altjóða sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald