2023-08-15 21:36
Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Ammassak landar í løtuni 1.800 tons til Havsbrún.
Polar Ammassak hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Hjá Havsbrún, verður makrelurin framleiddur til fóður.
Polar Ammassak fer aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald