Innanlands

Rekur fyri vág og vind holvdur

Nú er ivasamt um útróðrarbáturin, sum kom í havsneyð í dag, kann bjargast

(Mynd: jn.fo)

(Mynd: jn.fo)

2023-11-08 18:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Útróðrarbáturin, sum fór at leka fyrr í dag liggur – helst – enn í vatnskorpuni vestan fyri Sandoynna, holvdur.

Ein roynd var gjørd at bjarga bátinum, men tað eydnaðist ikki at fáa pumpur umborð og lensa hann fyri sjógv.

Í staðin holvdist báturin, og tá tað frættist. Verjuskipið Brimil var annars á veg til staðið, men tá tað frættist, at báturin var holvdur, valdi Brimil at skifta kós, og ístaðin fara til eina aðra sleipiuppgávu, sum Brimil var ávegis til, tá hann varð biðin um at taka sær av mannleysa útróðrarbátinum.

Tað var klokkan 12.50 í dag, at teir báðir menninir umborð á kanadiskt bygda útróðrarbátinum boðaðu MRCC frá, at báturin var farin at leka, og at teir vóru farnir í bjargingardraktirnar, og gjørdu seg til at leypa á sjógv.

Klokkan 13.22 var bjargingartyrlan á staðnum og tók menninar upp úr sjónum og fleyg teir til Landssjúkrahúsið til kanningar. Teir komu á sjúkrahúsið klokkan 13.38.

Anru og Rescur Arun, sum var skjótur á staðnum, vóru báðir liggjandi hjá bátinum, sum tó seinni koppaði.

MRCC skrivar í tíðindaskrivi, at ikki bar til at fáa pumpu umborð, av tí at líkindini vóru sera vánalig. Kl 1530 var avgjørt at rýma frá tí koppaða bátinum. Orsakað av líkindunum, og at tað fór at myrkja skjótt, var ikki ráðiligt at gera nakað við hálvda bátin.

Brimil var ávegis til eina sleipiuppgávu vestanfyri, tá ið boðini komu um lekandi bátin. Brimil setti kós móti neyðstadda, men vendi so seinni aftur móti sleipiuppgávuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder