Uttanlands

Ruth er við at vera klár til fiskiskap

Fyribils Ruth hjá Gullak Madsen í Kvívík liggur í Hirtshals, har tað seinasta skal koma uppá pláss áðrenn skipið fer í vinnu

Mynd: Hirtshals Havn

Mynd: Hirtshals Havn

2020-02-19 06:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í november í fjør, at reiðarin Gullak Madsen úr Kvívík, sum er búsitandi í Hirtshals, kunngjørdi at hann hevði selt Ruth til Norra.

Samstundis, sum at hann hevði selt gomlu Ruth til Norra, skuldi Gullak yvirtaka gamla Slaaterøy, sum varð avloyst av Ruth, til at fiska kvoturnar til ein nýbygningur verður yvirtikin á summri í 2021.

Gamla Ruth er tó í so nógv sagt, tí undanfarna Ruth var einans knapt fýra ára gomul, nú hon varð seld til Norra, har hon nú er størsta uppsjóvarskip í flotanum.

Núverandi Ruth er 23 ára gomul, og lastar umleið 1200 tons minni enn undanfarna Ruth - umleið 1900 tons.

Skipið hevur ligið í Skagen seinastu tíðina í sambandi við yvirtøkuna, og kom fyri nøkrum døgum síðan til Hirtshals.

Eitt nú hava nýggju eigararnir útgjørt skipið til at pumpa veiðuna aftur av hekkuni, eins og tey nýggjastu skipini kunnu.

Nú verður tað seinasta riggað til, og síðani verður klárt at fara til fiskiskap.

Tað hava verið heili tríggjar Ruth, sum eru yngri enn hendan, sum Gullak Madsen nú hevur yvirtikið, men manningin hevur nógv at gleða seg til í 2021, tá reiðaríið yvirtekur ein framkomnan og stóran nýbygning frá Karstensens Skibsværft. 

[object Object]Undanfarna Ruth hevur fingið navnið Slaaterøy og heimstað í Norra (Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]

Fakta um nýggju Ruth
Longd: 89,35 metrar
Breidd: 17 metrar
Dýpd: 9,60 metrar
Winch anlæg: Elektriske wincher
Sidepropellere Brunvoll, 2 x 950 kW
Nedsænkbar kombi-thruster Brunvoll, 1479 kW
RSW-anlæg: Johnson Controls, 2 x 1500 kW + 80 kW
Vakuum anlæg: 3 x 66 kW / 3 x 3200 l tank

Les eisini: Gullak selur Ruth

Les eisini: Gullak byggir nýtt

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder