Innanlands

Safir fær eisini eyðkendu litirnar hjá JFK samtakinum

Í gjár skrivaðu vit um at trolarin Grøanes í Vestmanna fær litirnar hjá JFK samtakinum, og nú fær Safir, sum hoyrir til sama samtak, somu viðgerð

Mynd: Jóhan Nolsøe

Mynd: Jóhan Nolsøe

2020-09-07 19:19 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Trolarin Safir, sum JFK samtakið í Klaksvík eigur, stendur í løtuni á Klaksvíkar Sleipistøð.

Skipið verður málað, og fær nú litirnar, sum JFK samtakið brúkar til øll síni skip.

Safir hevur seinastu mongu árini havt heimstað í Klaksvík, og hevur partrolað við Smaragd, men fyri tíð síðan varð Smaragd lagdur, og partrola Safir nú við systurskipinum Grønanes úr Vestmanna.

Safir er bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1984, og hevur havt nøvnini Føstuvarði og Safir.

Skipið hevur havt heimstað í Miðvági, Saltangará, Tórshavn og síðani í Klaksvík.

Les eisini: Grønanes fær eyðkenda litin hjá JFK samtakinum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder