Innanlands

Slakari fiskiskapur eftir gulllaksi enn undanfarnu ár

Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur gingið hampuligt í ár, hóast ynskiligt var, at hann var betri

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2023-08-30 17:55 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Tað sær út, sum tað minkar við gulllaksi við Føroyar. Vit hava bara fingið ein góðan og stuttan túr í ár í mun til undanfarnu ár, har vit onkuntíð hava klárað tveir túrar um vikuna. Harafturat, hava vit flutt nógv meiri fyri at fáa túrarnar inn, sigur Tummas.

Fiskiskapurin eftir gulllaksi, er um at vera av, á hesum sinni. Tvey pør, Fuglberg og Skoraberg, Polarhav og Stjørnan og lemmatrolarin, Eysturbúgvin hava fiskað gulllaks í ár.

- Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur gingið hampuligt í ár, hóast ynskiligt var, at hann var betri. Vit hava fiskað umleið 3000 tons, men ynskiligt var, at vit høvdu fiskað nøkur hundrað tons afturat! Tað sigur skiparin á Fuglberg, Tummas Johansen.

- Tað er lætt at verða klókur aftaná, men høvdu vit byrjað eitt sindur fyrr og ikki havt maskintrupulleikar, ja, so høvdu vit óivað fingið nøkur hundrað tons meiri, sigur hann.

- Tað sær út, sum tað minkar við gulllaksi við Føroyar. Vit hava bara fingið ein góðan og stuttan túr í ár, í mun til undanfarnu ár, har vit onkuntíð hava klárað tveir túrar um vikuna. Harafturat hava vit flutt nógv meiri, fyri at fáa túrarnar inn, sigur Tummas.

- Vit hava roynt mest suður móti bretska markinum, og djypri enn vanligt. Vit hava fingið 2-3-brúkilig hál í sama stað, men so hevur verið neyðugt at flutt vegna smáligan fiskiskap. Undanfarnu ár, hava vit nærum fingið uppí skipini í sama øki, sigur hann.

- Skipini skulu til 35 ára klassing fyrst í komandi mánaði; so hetta verður síðsti túrur á hesum sinni.

Vit fara suðuraftur móti markinum at royna, og so fáa vit at síggja, um neyðugt verður at flyta norðureftir fyri at fáa túrin inn!

Tað segði Tummas við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð á trolararnar í gjárkvøldið, tá teir vóru á Toftum eftir ísi.

Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder