2023-08-24 22:13
Grønlendsku uppsjóvarskipini Tasiilaq og Polar Amaroq hava landað makrel í Føroyum.
Tasiilaq landaði veiðuna til Havsbrún, og Polar Amaroq landaði ein part í Fuglafirði og ein part í Kollafirði
Skipini landaðu tilsamans umleið 1.000 tons av makreli til Havsbrún, umframt at Polar Amaroq landaði 570 tons av frystum í Kollafirði.
Skipini hava fiskað makrel í altjóða sjógvi, og fóru aftur til fiskiskap tá ið tey høvdu landað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald