Innanlands

Fiskiflotin í Havn minkaður við tveimum skipum

Partrolararnir hava staðið á sølulista seinastu tíðina

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-02-05 06:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið Thor í Hósvík, hevur selt partrolararnir Topas og Sardis, sum felagið hevur átt seinastu árini.

Tað ljóðaði fyrr í árinum, at partrolarnir vóru seldir, men tað einasta, sum bíðað var eftir, var at endaligu papírini skuldu koma úr Fiskimálaráðnum so skipini kundu flagga úr flotanum.

Hetta er nú komið í rætt lag, og skipini eru ikki longur partur av føroyska fiskiflotanum.

Tað er eitt felag í Albania, sum hevur keypt skipini, og skipini flaggaðu úr Føroyska flotanum í gjár.

Les eisini: Partrolararnir Topas og Sardis verða seldir til Albania

Hans Andrias Joensen, reiðari, upplýsti í januar fyri Portalinum, at hetta var ein tillaging av fiskiflotanum, og at einki óvanligt var í hesum. 

Topas og Sardis hava ligið í Danmark seinastu tíðina, og søluprísurin er umleið 600.000 krónur fyri hvørt skipið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder