Innanlands

Tróndur í Gøtu landar makrel í Fuglafirði

Tróndur í gøtu er komin á Fuglafjørð við 1.700 tonsum av makreli

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-09-01 17:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu er komin á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.

Tróndur í Gøtu hevur verið á makrelveiðu norðanfyri, og fiskiskapurin heuvr verið hampiligur.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har makrelurin verður landaður til ídnað.

Føroyski makrelfiskiskapurin hevur tikið metið frá 2014 tá ið skipini fiskaðu 150.000 tons av makreli. Higartil hava skipini fiskað yvir 1570.000 tons.

Makrelskipini hava havt undantaksloyvið at landa makrel uttanlands, men hetta er nú farið úr gildið og merkir tað, at tað, sum eftir er av kvotuni, skal landast í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder