2023-08-22 20:38
Uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði hava seinastu dagarnar landað makrel til Havsbrún í Fuglafirði.
Skipini hava fiskað makrel norðanfyri, og veiðan verður framleidd til fóður hjá Havsbrún.
Fleiri skip eru seinastu tíðina farin til Noregs at landa makrel, har prísurin er sera høgur í løtuni.
Ango hevur júst landað umleið 700 tons av makreli í Bodø, har teir fingu 10.40 norskar krónur fyri makrelin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald