“Ági” er navnið á nýggju tvíkiljuni, sum KJ á Kambsdali hevur bygt til alifelagið Arnalax í Íslandi.
Í gjár var Ági lyft um bryggjukantin í Runavík, og umborð á farmaskipið Hvítanes, sum stevndi út av Skálafjørðinum og setti kós ímóti Þorlákshöfn. Haðani verður hon silgd um Reykjanes, tvørturum Faxaflóa og Breiðafjørð, og til Patreksfjarðar, har tvíkiljan skal í vinnu og fær heimstað.
Ági er nýbygningur nummar 62 hjá KJ, og hon er 15 metrar long og 8,5 metrar breið. Av maskinútgerð er hon m.a. útgjørd við tveimum John Deere motorum, har hvør motorur hevur 500 hestakreftir, bógskrúvu og ein Himoinsa 115 KVA generator.
Á dekkinum er ein 65 tonsmetur Palfinger krani, sum, saman við aðrari hydrauliskari útgerð, tryggjar góðar arbeiðsumstøður fyri manningina.
Ólavur Asafson Olsen, stjóri í KJ, sigur, at tvíkiljan til Arnalax er eitt umráðandi stig á leiðini hjá KJ tá tað viðvíkur sølu uttanlands.
- Vit hava nýliga veitt eina tvíkilju til Háafelli í Íslandi, og nú veita vit enn eina tvíkilju til íslendsku alivinnuna - hesaferð til Arnalax. Tvíkiljan til Arnalax, er tann sætta í røðini, sum vit hava veitt til íslendsku alivinnuna. Vit eru til reiðar – og eru longu – ein tryggur og dygdargóður veitari til alivinnuna í Íslandi, sigur Ólavur.
Íslendska alivinnan er í stórari menning og KJ veitir í løtuni útgerð og installatión til tvær smoltstøðir í Íslandi. Onnur verður bygd fyri Samherja í Kópaskeri á Norðurlandinum, og hin verður bygd fyri Háafell í Nauteyri á Vestfirðunum.
KJ hevur í løtuni 15 starvsfólk knýtt at verkætlanunum í Íslandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald