Innanlands

Uppsjóvarkipini komin inn at kroka

Ringa veðrið ger at øll uppsjóvarskipini eru komin til lands

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2023-09-21 20:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Ringt veður er um okkara leiðir í løtuni, og flestu uppsjóvarskipini eru komin inn at kroka av somu orsøk.

Makrelfiskiskapurin er so gott sum av á hesum sinni, og nøkur skip ætla sær á svartkjaftaveiðu áðrenn sildafiskiskapurin tekur seg upp seinni í ár.

Finnur Fríði liggur í dokkini á Skála, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt, annars eru øll hini skipini komin inn at kroka.

Hoyvík og Fagraberg hava júst landað 200 tons í part til Havsbrún, og Christian í Grótinum er ávegis inn at landa 500 tons av svartkjafti.

Á Hulki liggja Arctic Voyager og Gamli Jupiter.

Í Runavík liggja Tummas T, Tróndur í Gøtu og Gøtunes.

Á Ánunum liggja Borgarin og Norðborg.

Norðingur liggur á Klaksvík.

Birita, Jupiter, Ran og Eysturbúgvin liggja á Kollafirði, har eisini trolarin Vesturbúgvin liggur.

Vestmenningur er farin á Vestmanna og Katrin Jóhanna liggur á Havnini, har Ango eisini liggur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder